29. juli 2010
Borgarstjórin letur Ráðhúsið upp fyri almenninginum í dag kl 16 og opið er til 18. Høvið er at síggja húsið, málningalistina í húsinum og framførslulist, sum Jóna Kristin Thomsen stendur fyri.
Millum 16 og 18 er Tórshavnar Móttøkuhús í Tróndargøtu eisini opið fyri almenninginum, har høvið er at síggja stóra myndasavnið.
Samstundis er býráðssalurin eisini opin.