
29. juli 2010
Í kvøld seta vit met!
Summi gita heilt up til 12.000 fólk í miðbýnum í kvøld. Men uttan mun til talið, so skal sangurin runga – og enn eru stundir at prenta sær sangheftið út!
Ókeypis sanghefti til felagssangin á midnátt hevur verið at fingið í Snarskivuni í miðbýnum. Men stúrið ikki, um tit ikki hava heftið, tí til ber at skrivað alt heftið út av heimasíðu okkara.
Farið inn á breddan ovast til vinstru á framsíðuni, so finna tit til høgru “Syngið við sangheftið” sum pdf-fílu, sum kann skrivast út beinleiðis.