19. apríl 2012
Ókeypis konsert í Dansifrøi
Tað verður ikki eyga turt í Dansifrøi fríggjakvøldið hjá teimum, sum dáma og minnast góðar gamlar íslendskar sjómansvísur og kærleikssangir.

Eyjarorkestrið úr Vestmannaoyggjunum ynskir at bjóða øllum áhugaðum føroyingum til ókeypis konsert í hølinum hjá Dansifrøði í Tórshavn nú fríggjakvøldið 20. apríl 2012 kl. 20.00. Okkurt at leska sær við verður ókeypis at fáa í steðginum.

Eyjarløg verða sungin og teksturin verður vístur á stórskýggja, so tað er góður møguleiki hjá øllum at syngja við!