
24. apríl 2012
Flaggdagshald
Mikudagin 25. apríl, skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi í Havn. Skrúðgongan byrjar klokkan 15, har Havnar Hornorkestur og skótarnir í Havn marsjera. Gingið verður frá Kommunuskúlanum oman á Vaglið, har Carl Jóhan Jensen heldur flaggdagsrøðuna.
Kl. 13. verður eitt barnatiltak í Perluni í Tórsgøtu. Har sleppa øll børn at tekna sítt egna flagg. Barnaútvarpið fer at vitja.
Kollafjørður
Í Kollafirði byrjar flaggdagshaldi kl. 14.00 í skúlagarðinum. Skótar og ítróttarfólk ganga skrúðgongu og møtast við bygdarhúsið kl 13.45. Theodor Olsen, prestur, heldur røðu.