24. apríl 2012
Umhvørvisveiðan 2012
Aftur í ár fer Margarinfabrikkin at skipa fyri stuttligum tiltøkum í Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu. 

Margarinfabrikkin fer at hava eina Umhvørvisveiðu, har tú kemur á eina øðrvísi veiðu og fer at brúka tína orku og læra eitt sindur um umhvørvi, so sum plantur, trø, at skilja rusk og annað.

Endamálið við Umhvørvisveiðuni er m.a. at børnini og tey vaksnu, sum eru við, gerast tilvitaði um náttúruna. Ein partur er sjálvandi upplýsandi, men stuttligt hevði verið, um børnini og tey vaksnu kundu fingið nøkur áhugaverd prát við á vegnum.

Eftir at uppgávurnar eru loystar, eru øll vælkomin inn í Margarinfabrikkina at evna ein ruskspegil og fáa bollar og kakao.

Umhvørvisveiðan er ókeypis at luttaka í.

Meira verður at lesa á www.torshavn.fo

Til ber hjá stovnum og skúlum at melda til allar gerandisdagar í umhvørvisvikuni kl. 10/12/14

Tilmelding fer fram á fabrikkin@torshavn.fo