
01. mai 2012
Náttúran sum námsfrøðiligt amboð
Hetta er bara ein yvirskrift av mongum. Frítíðarskúlarnir í Tórshavnar kommunu eru farnir undir eitt felags átak.
Ein bólkur, mannaður við leiðarum úr frítíðarskúlunum, skipar fyri felags starvsfólkafundum. Ymiskir fyrilestrarhaldarar, bæði internir og eksternir undirvísarar verða brúktir.
Fyrsta átakið hevur verið, tá námsfrøðingurin og leiðarin, Asta í Toft, helt fyrilestur um menningina hjá teimum 6-9 ára gomlu. Nógv gott og áhugavert varð haft á lofti og serliga gott var, at starvsfólkini fingu høvi at deila vitanina við onnur starvsfólk.
Vegna verkfall varð fyrilesturin um kroppsligu menningina hjá sama aldursbólki avlýstur. Næsti fyrilestur er um náttúruna, tá Sólvá Johannesen, námsfrøðingur og leiðari fer at vísa starvsfólkunum á, hvussu tey kunnu brúka náttúruna sum eitt námsfrøðiligt amboð.
Tey fara á eina ferð í náttúruna, har tey m.a. royna at kynda bál, telgja og fanga ymiskt livandi, sum er at síggja hesa ársins tíð.
Seinasti fyrilestur, sum verður seinast í mai mánað, fer Rigmor N. Arge, leiðandi sálarfrøðingur á psykiatrideildini, at halda. Hann fer at snúgva seg um seksualitetin hjá børnum. Hon fer eisini at nema við, nær námsfrøðingar og starvsfólk annars skulu reagera og hvussu, tá alt ikki er sum tað eigur at vera.
Felags fyri allar fyrilestrarnar er, at teir umrøða børn í aldursbólkinum 6-9 ár, tvs. tey børnini, sum frítíðarskúlin varar av. Tiltøkini eru skipað um morgunin, so at øll starvsfólk fáa høvi at vera við.