
01. mai 2012
Hátíðarhald 1. mai
I dag 1. mei kl 16 verður arbeiðaradagurin hátíðarhildin á Vaglinum, við røðum, sangi og horntónleiki. Tað er Havnar Arbeiðsmannafelag, sum skipar fyri tiltakinum.
Røðararnir í ár verða fýra í tali. Tey eru Maud Wang Hansen, Bárður Persson, Eli Brimsvík, Tór Marni Weihe og Gerhard Lognberg. Havnar Hornorkestur fer at seta sín serliga dám á dagin, umframt Rókur Jákupsson Jacobsen syngur og spælir saman við øðrum.