01. mai 2012
Umhvørvisveiðan sera væl vitjað
Margarinfabrikkin stendur fyri umhvørvisveiðuni, sum byrjaði mánadagin og varar til og við hósdagin, allar dagar frá kl. 9.00 – 15.00.

Umhvørvisveiðan er serliga ætlað til teir yngru skúlaflokkarnar og tey elstu børnini í barnagørðum.

Skúlar, barnagarðar og onnur verða biðin um at teknað seg til umhvørvisveiðuna á teldupostadressu fabrikkin@torshavn.fo. Børnini sleppa at evna, seyma og planta. Haraftur at fáa tey øll bollar og kakao.

Tiltakið hevur verið sera væl vitjað og opið er sum sagt til og við hósdagin, so enn er góður møguleiki at vitja innar á gólvið.