
21. juni 2012
Vitjan á Ráðhúsinum
Av og á koma barnagarðsbørn inn á Ráðhúsið at heilsa uppá. Hesaferð vóru tað børn úr Dagstovninum í Hoyvík, sum skulu í skúla nú eftir summarfrítíðina. Hetta var seinasta útferðin, og hesaferð ynsktu tey at heilsa uppá borgarstjóran. Og tað lá væl fyri í góða veðrinum. Og so fingu tey sjálvandi bæði pennar og karamellur!