21. juni 2012
Sjálvavgreiðsla av loyvi til bálbrenning
Til ber nú at avgreiða umsókn um at brenna bál beinleiðis á heimasíðuni. Samstundis kanst tú lesa lógir og treytir fyri at fáa loyvi og um reglurnar annars.

Umsóknarskjalið sæst her ovast á Breddanum til mánadagin komandi og liggur annars undir snarslóðini “Sjálvavgreiðsla” í grøna kassanum á forsíðuni.

Endamálið er at fólk kunnu søkja um hesa tænastu 7 dagar um vikuna 24 tímar um døgnið og at tað verður avgreitt á brandstøðini.