30. juni 2012
Brennistøðin á Hjalla 25 ár í dag
Í dag, mánadag, bjóðar Brennistøðin almenninginum ”afturum garðarnar” at síggja, hvat virksemi er á Brennistøðini, sum hendan dagin verður 25 ár.

Í sambandi við at Brennistøðin á Hjalla hevur 25 ár á baki mánadagin 2. juli, verða høvi hjá almenninginum, viðskiftafólki og øðrum áhugaðum at síggja virksemið hjá Brennistøðini aftanfyri garðarnar. 

Skipað verður fyri rundvísing á økinum seinnapartin mánadagin 2. juli frá kl 13 og áleið einaferð um tíman inntil kl 16, ella eftir tørvi.

Byrjað verður við avgreiðsluna á Endurnýtsluni. Brennistøðin bjóðar pylsur úr pylsuvogni, (ikki grillaðar í brenniovninum!) kaffi og smákøkur, umframt sunkist til børnini.