
31. juli 2012
Menningarnáttin 2012 í Reykjavík
Vit kalla tað mentanarnátt, íslendingar kalla tað menningarnátt – hesaferð undir heitinum ”Gakk tú í býin” (Gakktu í bæinn)! Stóra menningarnáttin verður hildin fyri seytjandu ferð í Reykjavík tann 18. august.
Í sambandi við menningarnáttina er stór luttøka úr Føroyum, føroyskur tónleikur verður á skránni og fleiri føroysk listarfólk fara at sýna fram í Reykjavík. Borgarstjórin í havn, Heðin Mortensen, skal seta føroyska partin á føroysku sendistovuni, har Guðrið Poulsen fer at sýna fram leirlist.
Av øðrum føroyskum kunnu vit nevna, at Birgir Enni, Marentza Poulsen og bóndahjúnini í Dìmun fara at servera føroyskan mat á sendistovuni, Mikkalina Norðberg fer at vísa glaslist í Hørpu og Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir filmslist, somuleiðis í Hørpu.
Tónleikin standa Hanus G. Johansen og Niclas & Lena fyri. Tær konsertirnar verða eisini í konserthúsinum Hørpu.
Meira er at lesa um menningarnáttina á www.menningarnott.is