
13. august 2012
Vælveruøki nú eisini í Nólsoy
Á ovastevnuni lat Heðin Mortensen, borgarstjóri, eisini upp nýggja vælveruøkið, sum er eitt nýtt uttandura tilboð til borgararnar.
Borgarstjórin beyð fólki hjartaliga vælkomnum til hesa lítlu hátíðarløtu í sambandi við, at eitt nýtt vælveruøki varð tikið í nýtslu í Nólsoy. Hetta er ein byrjan av meira.
- Í fjør setti býráðið sær fyri at skipa eitt nýtt uttandura tilboð til borgararnar, sum vit hava rópt vælveruøki. Fyrsta vælveruøkið av hesum slag varð sett upp á Glaðsheyggi í eysturbýnum í Havn, og fyri ólavsøku tóku vit eitt annað vælveruøki í nýtslu í Prestlág, ella úti í Grið, í vesturbýnum í hugnaligu viðarlundini har.
- Ætlanin hevur allatíð verið, at vælveruøki eisini skulu setast upp í bygdunum í Tórshavnar kommunu. Einki er meira natúrligt enn at byrja í Nólsoy, sum er gomul og treyst ítróttabygd, serliga í kappróðri.
- Hesi vælveruøki eru eitt heilt serligt og fjøltáttað trivnaðarøki til allar aldursbólkar, har bæði børn, vaksin og eldri kunnu spæla og venja í tryggum og hugnaligum umhvørvi.
- Útifimi kalla summi tað. Her ber til at koma saman til sosiala samveru og samstundis fáa rørt kroppin, um hugur er til tað. Heilsuráðini eru jú at røra seg meira í gerandisdegnum til tess at fyribyrgja sonevndum vælferðarsjúkum. Hættar tú tær ikki niðan á høgoyggj, so ber kortini til at fáa pulsin heilt upp her niðri í bygdini á hesum amboðum.
- Nøkur av hesum amboðum til rørslu- og strekkvenjingar eru nevniliga serliga væl egnað til vaksin og eldri. Um fortreytirnar fyri motión og javnvágrørslum eru góðar, so gongur yrkadagurin eisini lættari og styrkir øll at klára seg sjálvi sum longst.
- Hetta nýggja vælveruøkið í Nólsoy liggur væl fyri í bygdini. Fótbóltsvøllurin, sum verður nógv brúktur, liggur beint við, og vælveruøkið er á vegnum millum bygdina og ferjuleguna. Til ber altíð at fara av vegnum og gera nakrar skjótar venjingar, skuldi tað verið. Eisini liggur sandurin her beint niðanfyri, og sum kommunan hevur bøtt um og gjørt betri egnaðan til spæl og svimjing.
- Hvørt ár vitjað nógv fremmandafólk í Nólsoy serliga um summarið – føroyingar sum útlendingar. Oyggin hevur nógv at bjóða, og hetta vælveruøkið verður so enn eitt gott tilboð í røðini. Eg ivist ikki í, at hetta økið við rørsluamboðum, fótbóltsvølli, fjørusandi og umhvørvinum annars verður eitt stórt trekkplástur fyri ferðavinnuna her í Nólsoy. Kommunan hevur ætlan um at víðka um møguleikar her á staðnum og hetta er so ein byrjan.
- Jú, í Nólsoy grør um gangandi fót, og tað er hugaligt úr Havn at síggja, at visjónin um ta grønu oynna nú gerst veruleiki. Fyrsta vindmyllan dagar nú upp móti himli, og skjótt fara bløðini at mala og geva nólsoyingum orkureinan hita.
- Eg skal her at enda takka øllum teimum, sum hava staðið fyri arbeiðinum at gera hetta vælveruøkið klárt, sum eg vóni verður nógv brúkt. Tá fáa vit eisini at vita hvørji onnur amboð vit skulu hava aftrat.Tólini eru keypt frá felagnum Innspark, sum eisini hevur sett tey upp.
- Fari at heita á Unn, Guðrun og Barbaru, sum allar fyriskipa ovastevnuna, um at vísa okkum hvussu fyrsti partur av amboðunum verður brúktur, ger so væl, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann lat økið upp fyri almenninginum.


