
14. september 2012
Tórsvøllur: Útbyggingin samtykt!
Tórshavnar Býráð samtykti í gjárkvøldið tilmælið hjá trivnaðarstjóranum og mentamálaleiðaranum, sum mæltu til prinsippiella góðkenning av útbyggingarætlanini sum heild, har fyrsta stigið er bygningurin á suðursíðuni og eysturskýlið at standa liðugt í 2015 fyri í mesta lagi kr. 84 mió kr. umframt projektleiðslu.
Á fundi 28. mars 2012 samtykti starvsnevnd Fótbóltssamband Føroya uppskot frá MAP arkitektum um nýggjan bygning við suðurendan á Tórsvølli. Bygningurin er partur av heildarætlanini fyri økið, sum Tórshavnar kommuna og FSF gjørdu í felag.
Ætlanin við nýggja bygninginum er at skapa eitt natúrligt savningarstað til Tórsvøll, umframt at betra hølisviðurskiftini hjá FSF umsitingini. Bygningurin kemur eisini at tryggja, at fyrstu áskoðararnir á Tórsvølli koma undir tak, samstundis sum fríðkað verður um økið og Tórsvøll.
Verkætlanin við nýggja bygninginum við Tórsvøll er av slíkari stødd, at Fótbóltssambandið ikki er ført at gjøgnumføra hana einsamælt. FSF metir, at bygningurin kemur at geva økinum og Tórshavnar býi nógv, og tí átti tað at verið av áhuga hjá Tórshavnar kommunu at verið viðleikari í hesi verkætlan.
Verkætlanin er mett at kosta 27.786.000 kr. Um tað fíggjarliga skrivar Fótbóltssamband Føroya í umsóknini:
"Fótbóltssamband Føroya fær stuðul úr HatTrick grunninum hjá UEFA til íløgur til leikvøllir v.m. Hesin grunnur hevur longu verið við at fíggja nýggju ljósmastrarnar og heildarætlanina (12,9 mió kr.) og nýggja graslíkið á Tórsvølli (4,5 mió kr.).
Grunnurin er tó avmarkaður, og tí er ikki møguligt at fíggja nýggja húsið einans gjøgnum HatTrick grunnin. FSF ynskir tí, at Tórshavnar kommuna er við at fíggja og mynda verkætlanina. Fótbóltssambandið mælir til, at TK stuðlar verkætlanini við 10 mió kr., meðan FSF rindar hinar 18 mió kr.
Fyri tær 10 mió kr., sum TK leggur í verkætlanina, fær kommunan rættindi til 1. hædd í bygninginum. Hóast hetta kann tykjast sum ein dýrur prísur fyri 740 óinnrættaðar fermetrar, so metir FSF, at bygningurin kemur at hava stóra og positiva ávirkan á økið, og sostatt økja virðið á bygningum í grannalagnum.
Trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mæltu til prinsippiella góðkenning av útbyggingarætlanini sum heild, har fyrsta stigið er bygningurin á suðursíðuni og eysturskýlið at standa liðugt í 2015 fyri í mesta lagi kr. 84 mió kr. umframt projektleiðslu.
Mentamálanevndin samtykti 5. september 2012 at taka undir við tilmælinum við tí ískoyti, at Tórshavnar kommuna útvegar upp til 35 mió. kr. árini 2013-2015.
Fíggjarnevndin12. september 2012: Ein meiriluti, Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Elin Lindenskov og Sjúrður Olsen, mælti býráðnum til at taka undir við tilmælinum hjá mentamálanevndini. Ein minniluti, Bogi Andreasen, tekur ikki undir við tilmælinum, og mælir býráðnum til, at málið verður viðgjørt í sambandi við íløguætlanina fyri 2013.
Býráðið 13. september 2012: Fyrst varð atkvøtt um tilmæli frá Marin Katrinu Frýdal, um at beina málið í fíggjarnevndina og taka tað upp í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2013 og langtíðaríløguætlanina, ið fall við tveimum atkvøðum fyri og 9 ímóti.
Fyri atkvøddu: Marin Katrina Frýdal og Bogi Andreasen. Ímóti atkvøddu: Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Halla Samuelsen, Elin Lindenskov, Jákup Símun Simonsen, Levi Mørk, Vagnur Johannesen, Jan Christiansen og Sjúrður Olsen
Síðan varð atkvøtt um meirilutatilmælið í fíggjarnevndini, ið varð samtykt við 9 atkvøðum fyri og tveimum ímóti. Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Halla Samuelsen, Elin Lindenskov, Jákup Símun Simonsen, Levi Mørk, Vagnur Johannesen, Jan Christiansen og Sjúrður Olsen. Ímóti atkvøddu: Marin Katrina Frýdal og Bogi Andreasen.