19. september 2012
Tórsvøllur tænir nú golfítróttini
- Leygardagin verður opin golfbreyt á Glyvursnesi har øll kunnu royna seg í golfspælinum. 

Gamli grasvøllurin á Tórsvølli – hann sum er mest tiltikin fyri at vera orsøkin til at vespurnar gjørdu innrás í Havn – kemur nú føroyskum golfspælarum til gagns.

Umleið 5.000 fermetrar av fótbóltsvøllinum vórðu í summar fluttir út á Glyvursnes, og síðan lagdir út oman eftir fyrsta teigi á golfbreytini hjá Tórshavnar Golfklubba, so at hesin teigurin – umframt at betra munandi um spæliviðurskiftini á Glyvursnesi – eisini kann brúkast til at venja golfsløg.

Síðan trúfastir limir í golfklubbanum løgdu flagið út í juni mánaði, hevur tað fingið frið at sett seg fyri at festa røtur. Nógvir tusund litrar av vatni vórðu fluttir út á Glyvursnes fyri at halda lív í grasrótunum, sum ikki høvdu tað so lætt í turkinum í summar.

Røturnar hava nú fest seg, grasið er sligið, og nú verður tað so tikið í brúk til nýggja endamálið.

Nýggi tórsvallagrøni teigurin á Glyvursnesi verður tikin í brúk fyrstu ferð fríggjadagin 21. september kl. 15, tá umboð fyri Tórshavnar kommunu eru bjóðað við til at taka teigin alment í nýtslu.
Leygardagin 22. september millum klokkan 10 og 16 er høvi hjá almenninginum at vitja golfbreytina á Glyvursnesi. Høvi verður hjá øllum at royna at sláa til ein golfbólt og vita um tað eydnast at fáa hann at súsa avstað. Tað er ikki heilt víst, men tað sigst, at tey, ið megna at raka reint fyrstu ferð verða rakt av eini basillu, ið ikki fer frá teimum aftur. Tey fara altíð at leita aftur til tað perfekta golfslagið...

Umframt at hava fingið nýtt flag út á Glyvursnes, hevur Tórshavnar Golfklubbi eisini fingið munandi betri húsaumstøður, eins og ein hugnaligur svali eg gjørdur við góðum útsýni yvir økið, har spælt verður.

Tú finnur út á golfbreytina á Glyvursnesi við at koyra suður eftir vegnum oman fyri ovastu húsini uppi á Hamrinum á Argjum. Talan er um ein 2,5 kilometrar langan grúsveg, sum í støðum ikki er í góðum standi.