17. oktobur 2017
Rotturnar koma
Rotturnar í Føroyum eru vorðnar fleiri í tali seinastu árini vegna lýggju vetrarnar. At stovnurin er blivin so stórur, er ein trupulleiki, tí rottur leggjast á bæði fugla­ og haruungar, umframt at rottur kunnu gera stóran skaða á ognir.

Umhvørvisverndarlógin áleggur hvørjum einstøkum so nógv, sum til ber, at avmarka livimøguleikarnar hjá rottu á ogn síni. Hetta merkir millum annað, at grundøki, hús og innleggingar, t.d. kloakk, skulu vera í góðum standi.

Á henda hátt minka møguleikarnir hjá rottuni at fáa fastatøkur.

Tórshavnar kommuna hevur latið gera nýggjan faldara um rottur, og hvussu vit í felag kunnu basa henni: bit.ly/rottur

Og filmur um rottu er eisini gjørdur: bit.ly/Rottufilmur

Lógin áleggur somuleiðis kommunum at skipa fyri at týna rottuna. Er rottan til ampa eitthvørt stað, kunnu øll venda sær til kommununa um hjálp og samstundis fáa vegleiðing um, hvussu best verður byrgt upp fyri rottum.