24. mai 2017
Nú er at skráseta seg
Aftur í ár sleppa ungdómar í Tórshavnar kommunu at gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annars fríðka um kommununa. Tey ungu leggja í vaðið mánadagin 26. juni, og seinasti arbeiðsdagur verður fríggjadagin 21. juli 2017.

Tilboðið er galdandi fyri ungdómar í Tórshavnar kommunu, sum eru millum 14 og 16 ár. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør. Arbeiðstíðin er 8 tímar frá kl.8:00 til 16:00, fimm dagar um vikuna.

Tilmeldingin fer fram HER frá í dag 24. mai kl. 10:00. Seinasta freist at melda til er týsdagin 6. juni kl.12:00.

Síðani verður kunnað á netsíðuni, hvør hevur fingið arbeiði. Áhugin fyri at vinna nakrar krónur í summarfrítíðini er altíð stórur hjá ungdóminum. Vanliga fær áleið helmingurin av teimum, ið skráseta seg, boðið arbeiði.

Søkt verður eisini eftir bólkaleiðarum, ið leiða arbeiðið saman við samskiparanum. Bólkaleiðararnir eru vanliga millum 25-35 ár. Kommunan setir eingi krøv um útbúgving, men royndir við ungum og góður kunnleiki til vanligt handaligt arbeiði er ein fyrimunur. Viðbót verður latin bólkaleiðarum.