7. novembur 2017
Filmssýning á Boðanesheiminum
Í gjár var filmssýning á Boðanesheiminum, tá ið filmurin "Stríðsmenn í Havn" varð sýndur. Filmurin er um søguna hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hevði 100 ár á baki í fjør.

Eini 50 fólk á Boðanesheiminum vóru til sýningina, og nógv teirra kundu í huganum rógva aftur á tíðina, tá ið hendingar í filminum fóru fram.

Filmurin umrøður stovnanina, rokmiklu havnarútbyggingina í 20-árunum, ringu tríatiárini, tiltikin verkføll í 40-árunum og 50-árunum og róttøkna rákið móti vinstru, sum tók seg upp í 70-árunum. Eisini nýggja tíðin er lýst. Filmurin er 80 minuttir til longdar.


Arbeiðsmenn í Havn.