08. november 2017
"Tino & His Pizza" í Hoyvík
Virksemið við Karlamagnusarbreyt bara økist. Fleiri handilshøli og fleiri bústaðir verða lidnir í nærmastu framtíð. Samstundis skjóta seg upp tænastufyritøkur, sum eru við til at økja um trivnaðin í økinum.

Fyrrakvøldið lat "Tino & His Pizza" upp á Ingibjargargøtu 8a, sum er stutt omanfyri Bónus í Hoyvík. Bíðirøðirnar gjørdust so langar at einhettan fór í verkfall.

Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Annika Olsen, klipti reyða bandið inn í nýggja matstaðið. Gerandisdagar er opið til kl 22, fríggjadag og leygardag til kl 23 og sunnudagar er opið frá kl 13 til kl 23.