8. novembur 2018
Kanning: Eingin rotta staðfest í Nólsoy
Tórshavnar kommuna hevur gjørt tvær rottuyvirvøkur í Nólsoy í ár. Enn er eingin rotta staðfest í oynni.

Nólsoy er eitt av trimum Ramsarøkjum í Føroyum. Hetta vegna drunnhvítastovnin í oynni, ið er millum heimsins størstu.

Kemur rotta í Nólsoynna, kann hetta millum annað fáa neiliga ávirkan á drunnhvítastovnin.

Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu gjørdi fyrstu rottuyvirvøkuna í juni 2017. Rottuyvirvøka verður gjørd soleiðis, at blekkpappír eru løgd út runt oynna til tess at kanna, hvørt rotta er komin til Nólsoyar.

Nýggj rottuyvirvøka varð gjørd í oktobur 2017, og báðu ferðir kundi kommunan tíanbetur staðfesta, at eingin rotta var sædd í oynni á hesum sinni, men bert mús.

Fólk verða tó biðin um at siga frá skjótast gjørligt, síggja tey rottu í Nólsoy. Boðað verður frá í sjálvgreiðsluni HER.