09. november 2017
Kommunan farin í hernað ímóti pitsabakkum
Tórshavnar kommuna hevur stórar trupulleikar av, at tað hvørt vikuskiftið liggja nógvir pitsabakkar og sløðast í miðbýnum.

Vanligu ruskíløtini í kommununi kunnu bert taka avmarkaða nøgd av pitsabakkum og tí hevur kommunan valt at gera eina roynd at seta eyka ruskíløt út um vikuskiftini.

Grønu ruskíløtini standa í økinum millum Steinatún, Vaglið og Vágsbotn.

Kommunan vónar, at fólk fara at nýta ruskíløtini og at ongir tómir pitsabakkar verða at síggja í havnargøtum, nú vit nærkast jólum.

Burturkast við matleivdum, ið verður tveitt úti, elvir til rottu.