10. november 2017
U-21 landsliðið vitjaði á Ráðhúsinum
Dreingirnir vitjaðu á Ráðhúsinum í gjárkvøldið, nú teir hita upp uppundir dystin móti Pólandi í kvøld. Annika Olsen, borgarstjóri, tók ímóti og helt stutta røðu fyri liðinum.

Hon byrjaði við at siga, at eingin hevur dugað so væl at gjørt vart við Føroyar úti í heimi, sum okkara ítróttarfólk. Tað veri seg Landskrona-landsliðið, Pál Joensen, U21-landsliðið í hondbólti og mong onnur.

- Heldur ikki tit, ið manna dagsins U21-landslið í fótbólti smæðast burtur ímillum. Í fleiri ár hevur U21-landsliðið fingið fult so fræg úrslit sum A-landsliðið – og ofta betri.

- Gamaní, endaðu »teir gomlu« við at seta met í EM-undankappingini, men tað taka tit skjótt aftur. Tað hevur jú verið U21-landsliðið, ið seinnu árini hevur gingið undan í so máta.

- Einki løgið er heldur í tí, tí tit eru jú morgindagsins A-landsliðsspælarar. Tí eru tað tit, ið vísa vegin og kveikja vónina um eina bjarta fótbóltsframtíð fyri Føroyar.

- Í hesi EM-undankappingini komu tit eitt sindur seint út úr startholinum, men nú eru tit har. Serliga fegnast vit um 3-1 sigurin á Georgia heima og 1-1 javnleikin ímóti Finnlandi úti.

- Feskastur í minninum stendur dysturin á Tórsvølli ímóti Georgia, har tit komu framum 2-0. Og hóast Georgia fekk minkað um munin, so svaraðu tit aftur og vunnu 3-1.

- Nú skulu tit so spæla fimta dystin í hesi undankappingini, sum er ímóti Póllandi. Undan dystinum eru tit nummar trý í bólkinum við fýra stigum, so spennandi verður.

- Vit hava góðar vónir um, at tit aftur fara at gera tykkara allarbesta, tí raskir eru tit! Hvussu langt tað røkkur, síggja vit í annaðkvøld, men tit skulu vita, at vit eru við tykkum.

- Vit standa aftan fyri tykkum og stuðla, tí tit eru eitt virðiligt umboð fyri Føroyar. Eg vil vegna Tórshavnar kommunu ynskja tykkum bestu eydnu og vóna, at úrslitið verður gott, segði Annika Olsen at enda.