10. november 2017
30 ára starvsdagar á Umlættingarheiminum
Anna av Reyni og Arngerð Mørk høvdu í gjár móttøku á Umlættingarheiminum í sambandi við, at tær hava verið starvssettar á heiminum í samfull 30 ár, t.v.s. nærum síðan byrjan.

Annika Olsen, borgarstjóri, helt stutta røðu fyri teimum báðum. Hon greiddi fyrst frá um sjálvt Umlættingarheimið.

- Tórshavnar kommuna ognaði sær hesi húsini longu tíðliga í sjeytiárunum. Fyri at bøta um stóra tørvin á ellis- og røktarheimsplássum, so læt Umlættingarheimið upp í 1986 - áðrenn tað var bara Ellisheimið til at hýsa eldri fólki í kommununi.

- So síðan tá er nógv broytt.

- Tey flestu kenna søguna hjá Umlættingarheiminum. Men hóast politiskar upp- og niðurtúrar, so stendur tað her framvegis.

- Og jú, Umlættingarheimið er gamalt og onkur heldur ótíðarhóskandi - men tað er avbera hugnaligt. Hóast tað liggur innigyrt av vegum við nógvari ferðslu, so dámar fólki sera væl at koma higar til umlætting, og oftast koma tey somu aftur fleiri ferðir.

- Serliga matstovan, stovan og útiøkið í neðra er hugnaligt og ofta fult av fólki, ið sita og hugna sær og práta og takast við ymiskt. Fólk koma oftast higar til umlætting í nakrar dagar ella vikur.

- Umlættingarheimið hevur havt avbera stóran týdning og er ein fyritreyt hjá fleiri, sum búgva heima, men lutvvíst eru óhjálpin og ikki bara kunna dúva uppá síni avvarðandi.

- Tað liggja stórar avbjóðingar fyri framman innan eldrarøkt. Vit gerast eldri og eldri, og uppgávan hjá okkum verður at tryggja, at árini, ið leggjast til, eru góð ár. Tað eru gjørdar fleiri kanningar, har tey flestu eldru siga, at tey vilja vera heima sum longst, um umstøðurnar eru til tað. Tí kemur umlætting framhaldandi at hava ein týðandi leiklut innan eldrarøkt.

- Men hóast at hjartarúmið er stórt, so eru karmarnir ikki nøktandi til m.a at hýsa og vera um røktarkrevjandi eldri. Tí mugu góðir og nøktandi karmar til umlætting hugsast inn í alla framtíðar bygging á eldraøkinum her í kommununi.

- Í dag hátíðarhalda tit starvsdagar hjá tveimum, sum so at siga hava verið við allan vegin. 30 ár eru ikki 30 dagar og vit fegnast altíð um at hitta trúføst starvsfólk, sum hava trivist í og elskað sítt arbeiði í so langa tíð.

- Góða Anna. Sagt verður um teg, at tú ert sera dugnalig, røsk, álítandi og nærløgd. Tú ert altíð klár at taka eina eyka vakt, tá ástendur. Tú sær loysnir fram um forðingar. Og tú spelar lættliga yvir á Ellisheimið, tá eitthvørt manglar.

- Hóast tú tykist ung ert tú bæði mamma og omma við stórum bæði M og O. Og tú gongur ikki minni høgt upp í tína kæru familju, enn tú gongur uppí títt arbeiði.

- Tú er altíð tøk, so tey ungu kunna fara at ferðast - annars havi eg skilt, at tú bara tekur Torbjørn undir armin og fer til Danmarkar at vitja tíni allar kærastu.

Eg skal at enda takka tær hjartaliga fyri drúgva og góða tænastu.

- Góða Arngerð! Tú og Anna hava tað felags, at hvørgin tykkara er faklærd. Hinvegin hava tit gingið leingi á lívsins skúla, hava eitt einastandandi innlit og royndir, sum onnur bara kunnu misunna tykkum.

- Sagt verður eisini um teg, at tú ert dugnalig, røsk, álítandi og nærløgd.

- Og tú ert bæði mamma og omma og fer til hvønn einasta fótbóltsdyst hjá ommusoninum.

- Og so er annað, sum sermerkir teg. Tað sigst at tað er næstan ikki høgtíð, uttan at tú vaskar og pussar øll vindeygu og hugnar og pyntar um á heiminum.

- Einaferð gekk hetta so effektivt fyri seg, at tú fekk eina flís, sum gjørdi teg óarbeiðsføra eitt tíðarskeið. Tá blivu ongi vindeygu vaskað ella pussað.

- Men tað sigur eitt sindur um tína umsorgan fyri heiminum.

- Eg fari eisini at takka tær hjartaliga fyri drúgva og góða tænastu.

Síðan handaði Annika Olsen gávu frá Tórshavnar kommunu til tær báðar.