14. november 2017
Á virkisvitjan hjá Katrinu Christiansen
Í gjár vóru borgarstjórin, Annika Olsen, leiðarin fyri Hugskotinum, Jónhild Rasmussen, og deildarleiðarin á Ráðhúsinum, Jákup SImonsen, á virkisvitjan hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu.

Húsið er eitt fornminna- ella forngripasavn, umframt at vera ein av hugnaligastu matstovum í býnum. Hvør krókur er fullur av søgu og eru starvsfólkini í góðum lag og hava stundir, so kann steðgurin verða langur.

Her hevur at kalla uttan steðg verið virksemi í tríggjar øldir. Og hóast søgan er fjølbroytt, so er einki dulsmál, at tilknýtið hjá William Heinesen til húsið hevur stóran týdning. Her kanst tú fáa ein drekkamunn í loftsstovuni, har William skrivaði "Tornið á heimsins enda", eins og vindeygað, hann sá heilt út á Borðuna ígjøgnum, er varðveitt og hongur til prýðis í matstovuni.

Í hvørjum króki er so vítt møguligt vent aftur til tað gamla. Alt er varðveitt, sum kundi varðveitast, eins og ymiskt, sum var farið úr húsinum, er komið aftur og er sett uppaftur.

Tey eru longu komin í jólahýri niðri í Bringsnagøtu og jólaborðhaldini byrja frá 24. november. Her ber altíð til at fáa ein deiligan drekkamunn við nýbakaðum vaflum og kleynum. Maturin annars er spanskur tapas-stílur, men við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.

Borgarstjórin handaði eigaranum Tummas Justinussen eina lítla gávu - ein Tórshamara úr bronsu, sum tók seg væl út millum fornlutirnar í Bartskerarastovu.