14. novembur 2017
Hvussu skal Tórshavnar býarsavn vera?
Skjótt fer Tórshavnar býarsavn undir regluligt framsýningarvirksemi, og tí vil kommunan á tal við borgarar, sum hava áhuga í at mynda og geva sítt íkast til okkara felags býarsavn.

Tað er umráðandi fyri Tórshavnar kommunu, at vit sum høvuðsstaður varpa ljós á fólk, lív, mentan og virksemi, sum býurin hevur verið karmur um - serliga farnu hundrað árini. Tíðin er komin til at geva Tórshavnar býarsavni eina fasta legu, soleiðis at borgarin og vitjandi kunnu uppliva okkara felags siðsøgu og mentanararv.

Hevur tú hugskot til, hvat innihaldið skal vera í einum framtíðar býarsavni? Hevur tú lutir, myndir ella annað, sum kunnu siga eina søgu um býin, og sum tú kundi umhugsað at latið ella lænt Tórshavnar býarsavni? So vilja vit fegin síggja teg til eitt evniskvøld um Tórshavnar býarsavn, har høvi verður at kunna seg um ætlanir fyri savnið og at koma við hugskotum til, hvussu savnið skal myndast.

Fundurin verður hildin í Auluni í Finsen mánakvøldið 20. november kl. 19. Øll eru vælkomin.

Skrá fyri evniskvøldið um Tórshavnar býarsavn

Kl. 19:00: Vælkomin
- Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini og varaborgarstjóri, bjóðar vælkomin

- Umboð frá mentamáladeildini greiða frá, hvussu savnið hjá Birgari Johannessen, verður tikið yvir og ætlanirnar við Tórshavnar býarsavni í framtíðini

- Orðið frítt

Á skránni verður eisini tónleikur og drekkamuður