Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu
Broytingar í byggisamtyktini fyri Kollafjørð og almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 30. mai 2013 hevur samtykt uppskot til broytingar í byggisamtyktini fyri Kollafjørð og almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
BROYTINGAR Í ALMENNU BYGGISAMTYKTINI
FYRI TÓRSHAVNAR KOMMUNU
Ætlaðu broytingarnar eru, at ognirnar matr. nr. 804a við Dalavegin og matr. nr. 897e, 897k og 897h, oman Mattalág í Tórshavn verða broyttar frá A1-øki til A3-øki.
Ætlaða broytingarnar fevna um ognirnar matr. nr. 804a, 897e, 897k og 897h, Tórshavn.
BROYTINGAR Í BYGGISAMTYKTINI
FYRI KOLLAFJØRÐ
Ætlaðu broytingarnar eru, at Hamrabøurin matr. nr. 91a í Kollafirði og økið oman fyri bygdavegin, frá í Homrum til á Kjalnesi í Kollafirði verða broytt frá 4. grundumráði til A1-sethúsaøki.
Ætlaða broytingarnar fevna um ognirnar matr. nr. 91a, 122, 101, 100, 98, 97, 94a, 95, 96, 90, 83a, 89, 88, 84b, 76b 69, 82, 68a, 67, 65, 63, 50b, 57, 56, 54, 51, 49, 48, 47, 304, 45, og partar av 74a, 50a og 2a, Kollafjørður.
FRAMLØGA
Tilfar, sum lýsir uppskotini til broytingar av byggisamtyktini, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 10. juni til og við 1. juli 2013, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 22. juli 2013.
TÓRSHAVN
Mattalág - verandi.pdf (172 KB) 
Mattalág - uppskot.pdf (172 KB) 
Dalavegur - verandi.pdf (147 KB) 
Dalavegur - uppskot.pdf (148 KB) 
KOLLAFJØRÐUR
Alm. Byggisamtykt Kollafjørður.pdf (118 KB) 
Byggisamtykt Kollafjørður - uppskot.pdf (119 KB) 
Byggist. Hom. Kjal. - verandi.pdf (162 KB) 
Byggist. Hom. Kjal. - uppskot.pdf (177 KB) 