Føroya Sjósavn


Føroya Sjósavn heldur til í gamla íshúsinum á Argjum. Savnið er eitt stað, har millum annað skúlaflokkar, barnagarðsflokkar og aðrir bólkar kunnu koma á vitjan, eins og almenningurin kann vitja Sjósavnið.

Eini 200 fiskasløg eru fingin undir Føroyum. Fleiri teirra eru at síggja í kørum savnsins.

Tórshavnar kommuna er høvuðsstuðul hjá savninum.
Skúla- og stovnstænasta
Stovnar og skúlar kunnu ringja og bíleggja tíð. Um tit ringja, kunnu vit leggja vitjanina til rættis, so hon best hóskar til tann tørvin, tykkara flokkur ella stova hevur á kunning, tólum og undirvísing.

Skúlatænastan kann bíleggjast til mánadag ella fríggjadag millum 10.00 og 15.00. Ring 505121 og hoyr nærri.
Samband
Føroya Sjósavn
Rættargøta
160 Argir
Tel. 50 51 20
 
Netsíða: www.sjosavn.net

Upplatingartíðir
Opið í tíðarskeiðnum
15. juni - 31. august:
Týsdag - sunnudag
kl. 14-17 (Mánadag er stongt)

Opið í tíðarskeiðnum
1. september - 14. juni:
Leygardag og sunnudag
kl. 14-17
Kostnaður

Vaksin ( 15+) : Kr. 40,-
Børn: (5-14 ár) kr. 20,-
Børn undir 5 ár : Ókeypis atgongd