Føroya landsbókasavn

Føroya landsbókasavn varð stovnað í 1828 sum sjálvsognarstovnur. Høvuðsendamálið er:

  • at savna allar føroyskar bókmentir og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar
  • at taka ímóti skylduavhendingini av útgivnum føroyskum verkum
  • at skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um hetta og annað tilfar
  • at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni
  • at hava handritadeild
  • at vera føroysk skrivstova í sambandi við altjóða skráseting av bókum, tónleiki og tíðarritum
  • at umsita tær uppgávur, ið álagdar eru Bókastovuni
Samband
Føroya Landsbókasavn
J.C. Svabos gøtu 16
100 Tórshavn
tlf 31 16 26

Teldupostur: utlan@flb.fo
Heimasíða: www.flb.fo

Opið er: mánadag - hósdag kl. 10.00 - 18.00
fríggjadag kl. 10.00 - 17.00