ung í arbeiði


Ungdómar millum 14-16 ár fríðka á hvørjum ári um kommununa. Teir gera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part. Hatta svarar til 80 tímar. Skráset teg HER frá 24. mai.

Fyrsta tíðarskeiðið í 2017 er frá 26. juni til 7. juli, og seinna tíðarskeiðið frá 10.-21. juli.

Tilboðið er galdandi fyri ungdómar í Tórshavnar kommunu, sum eru millum 14 og 16 ár. Í 2017 er kravið, at umsøkjarin er blivin 14 ár 26. juni, men ikki 17 ár 21. juli.

Arbeiðsdagarnir eru 8 tímar frá kl. 8:00 til 16:00, fimm dagar um vikuna. Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Havnar Arbeiðarafelag.

Latið verður upp fyri tilmelding mikudagin 24. mai kl 10:00. Freistin at melda til er 6. juni kl 12:00.
Ung í arbeiði 2017
Tey ungu arbeiða í viku 27 - 30

Tilmeldingin byrjar mikudagin 24. mai kl 10. Tilmeldingarskipanin letur aftur týsdagin 6. juni 2017 kl.12.

Aldursmark: Umsøkjarin má vera vorðin 14 ár, áðrenn arbeiðið byrjar (tvs. áðrenn 26. juni), men má ikki fylla 17 ár, áðrenn tíðarskeiðið er liðugt (tvs. áðrenn 21. juli).