Reinsaríið


Reinsaríið í Tórsgøtu er nú eitt veruligt rútmiskt spælistað. Almenningurin hoyrdi fyrstu tónarnar í nýggja spælistaðnum mikudagin 1. oktober 2014, tá ið Reinsaríið lat upp.

Menn fóru at gera bygningin til spælistað í august 2013. Teknistovan Kontrast hevði byggingina um hendi.

Bygningurin er frá fyrst í 1830-unum. Síðani hevur pakkhús, reinsarí, vaskarí og eina tíð eisini posthús húsast í bygninginum. Tórshavnar kommuna keypti bygningin fyri nøkrum árum síðan. Semja var um, at bygningurin skuldi varðveitast, og at hann skuldi nýtast til mentanarlig endamál.

Spælistaðið er gjørt í tøttum samstarvi við tónleikarar í býnum. Reinsaríið tryggjar ein prýðiligan og livandi karm um tónleik og undirhald í miðbýnum.

Søgan um bygningin
Við avtøku kongliga handilsins varð m.a. sonevnda 'Nýggja Pakkhús' í Vágsbotni (Frederiksvaag) selt á uppboði í 1857. Keyparin var handilshúsið C. F. Siemsen í Hamburg.

Í 1894 seldi keypmaðurin Johannes Hansen, týskur varakonsul, pakkhúsið fyri Siemsen til føroyska handilshúsið M. C. Restorff & Sønner. Konsul Hansen, sum hann kallaðist, var í starvi hjá Siemsen, og seinni keypti hann sjálvur fyritøkuna. Hann myndaði Siemsen í Havn, og harav stavar navnið Hansens pakkhús.

Í 1923 seldi M.C. Restorff & Sønner ognina til Thorshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik, Meiaríið. Keypssáttmálin nevnir ognina 'Hansens pakkhús'. Tey høvdu eitt nú framleiðslu av sápu í pakkhúsinum. Meiaríið helt fram í bygninginum og hevur havt vaskarí og reinsarí fram til 1970-árini. Maria Olsen hevði Reinsaríið í erva til fyri fáum árum síðan, meðan Postverk Føroya hevði eina pakkadeild í neðra.

Tað er sjáldsamt við eini húsaogn uppi í tí nýggjara býnum, har søguligu sporini ganga meira enn tvær øldir aftur til tað gamla samfelagið. Pakkhúsið er harnæst ein vitnisburður um virksemið hjá kongliga handlinum og hjá eitt av fyrstu útlendsku handilshúsunum í fríhandilstíðini, Siemsen, og síðan hjá eitt av fyrstu stóru føroysku handilshúsunum, Restorff - tá ið Føroyar gjørdust fiskivinnutjóð. Bygningurin hevur v.ø.o. staðið uppi og verið í brúktur í fleiri søgulig skeið.

Tórshavnar kommuna hevur átt bygningin síðan 1986.

Mentamálanevndin heitti á fundi 17. juni 2008 á umsitingina um at nevna húsið Reinsaríið, og er tað nú almenna navnið.


Kunning/spurningar
Bogi Andreasen er umsitari á Reinsarínum.

tel: 28 66 71
t-postur: torsgota@torshavn.fo
netsíða: reinsariid.fo
Um Reinsaríið
Til ber at lesa stuttan faldara um Reinsaríið HER.