Skúlin við Løgmannabreyt 

Skúlin varð tikin í nýtslu 18.august 2008Í skúlanum ganga næmingar í 1.-9.fl. Haraftrat er frítíðarskúli í skúlanum við Løgmannabreyt til næmingar í 1. og 2. flokki

Skúlastovurnar eru rúmligar, og dentur er lagdur á gott inni-umhvørvi. Loyvt er ikki at ganga inni í skóm, og næmingarnir hava sítt egna skáp til klæðir og skógvar. Talgildar talvur eru í undirvísingarhølunum, so krit verður ikki nýtt.

Árgangirnir eru ikki býttir sundur í flokkar.

 
Kunna teg nærri

Skúlin við Løgmannabreyt
Karlamagnusarbreyt 47
188 Hoyvík
Postsmoga 3174
110 Tórshavn

Tel.: 302450 / 214109

T-postur: svl@svl.fo
Netsíða: svl.fo