Margarinfabrikkin

- ein persónlig uppdagingarferð

Margarinfabrikkin er virkishús fyri børn og ung í Tórshavnar kommunu. Her eru virkin og dugnalig starvsfólk, ið hjálpa tykkum at uppdaga dygdir, ið kanska sjálvdan koma til sín rætt. Okkara besta amboð er tykkara skapanarevni, meðan sjálv menningin er málið í virkseminum hjá okkum í Marganrinfabrikkini.

Børn og ung frá 3. flokki til 18 ára aldur kunnu nýta húsið. Harumframt skipa vit fyri almennum tiltøkum, so sum vælgerðarátøkum og stevnum av ymsum slag. Margarinfabrikkin er rús- og roykfrítt hús.

Umhvørvið

Hugburðurin er, at vit eru tað, sum vit nú einaferð eru. Øll duga ikki alt, og tað er í lagi. Vit halda at hetta jaliga umhvørvið er gott fyri nýggj vinabond og lærir tann einstaka tolsemi og at hava yvirkskot í samstarvi við onnur. Men vit læra eisini ymiskt praktiskt og listarligt arbeiði.

Starvsfólkini hava pedagogiskar, tøkniligar, listarligar og terapeutiska førleikar. Møguleiki er eisini fyri persónligari ráðgeving.

Til brúkaran
Gjøgnum spøl, dans, teldu, tónleik, matgerð, listarbeiði, kappingar, spontanar útferðir og annað, fært tú stuttleika og spenning í tilveruna. Tú kanst eisini leiga eitt venjingarhøli á loftinum, um tú og vinfólkini hava ein tónleikabólk. Húsið er rúmligt og eingin verður noyddur til nakað. Men vit mæla til, at tú tekur lut í virkseminum, so øll eru saman um húsið.

Børn frá triðja til sjeynda flokki brúka húsið frá klokkan 12.00 til klokkan 17.00. Og so koma tey eldru aftaná. Fyri tey til og við 18 ár er altíð opið frá 18 til 22. Onkur frávik eru tó frá hesum tíðum.

Kunning/Spurningar

Magnus Heinasonargøta 12
100 Tórshavn

Tel. 29 21 17
Netsíða: fabrikkin.fo
T-postur: fabrikkin@torshavn.fo

Leiðari:  Salua Manai
Tel. 28 21 19
salua@torshavn.fo

Kunning um okkum: Faldari

Spælistovan
Spælistovan á Margarinfabrikkini hevur opið týsdag og hósdag frá kl 9.30 til 11.30 fyri foreldur at børnum uttan ansing.
Hvussu sleppur tú á liðið?

Tað er sera einfalt. Tú fært eitt limaskjal á Margarinfabrikkini, sum tú letur foreldrunum at fylla út og skriva undir. Árligi kostnaðurin er 400 krónur.

Nærri upplýsing fæst við at venda sær til Margarinfabrikkina.
Upplatingartíðir

BØRN : 3. fl. – 7. fl.
mánadag – fríggjadag
kl. 11:30 – 17:00

UNG:  7. fl. til og við 18 ár
Mánakvøld – hóskvøld
kl. 18:00 – 22:00

Fríggjakvøld og Leygarkvøld
kl. 20:00 – 02:00