Jobmatch 2016

Tórshavnar kommuna bjóðar seg fram á árligu starvsstevnuni Jobmatch. Jobmatch 2016 verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 29. desember, og Tórshavnar kommuna er høvuðsstuðul. Á Jobmatch ber til hjá lesandi at hitta fleiri starvsfólk í Tórshavnar kommunu til eitt prát um starvsmøguleikar í kommununi. Onnur fregnast og kanna møguleikan at skriva uppgávu í samstarvi við Tórshavnar kommunu í sambandi við uppgávur á lærdum háskúlum.

JobKaffi
Tórshavnar kommuna bjóðar í ár fólki at koma til JobKaffi. Vit bjóða lesandi til fundar, tit fáa høvi at práta við leiðslu og umboð fyri fakbólkar á ymiskum økjum.

JobKaffi gevur tær betri innlit í gerandisdagin og avbjóðingarnar á fakøkjunum hjá kommununi. Talan er um 6 ymiskar fundir og skráin fyri JobKaffi sær soleiðis út:

Skráin:
Kl: 13: 30 Børn og Ung
Kl: 14: 30 Umhvørvi og Húsaumsiting
Kl. 15: 30 Býarskipan og fakligi gerandisdagurin
Kl: 16: 30 Miðfyrisitingin (Løgfrøði, HR, KT og Búskapur)
Kl. 17: 30 Heilsu- og umsorganartænastan
Kl. 18: 15 Hugskotið um Vakstrarhjólið

Tað hevur stóran týdning fyri Tórshavnar kommunu, at alsamt fleiri vælútbúgvin og virkisfús fólk flyta í høvuðsstaðin. Jobmatch er eitt gott høvi hjá okkum at finna skikkaði fólk til spennandi størv í kommununi.

Tórshavnar kommuna býður øllum vælkomin at búgva í kommununi. Vit stremba eftir at verða ein góður karmur um alla familjuna, ið ætlar at flyta í kommununa. Filmurin niðanfyri gevur eitt skjótt innlit í ein spennandi og fjølbroyttan miðstað.















Starvsvenjing
Tú kanst altíð senda inn eina umsókn um at koma í starvsvenjing í Tórshavnar kommunu. Vit svara spurningum um hetta á Jobmatch.

Til ber eisini at skriva uppgávu á hægri lærustovni um eitthvørt evni í Tórshavnar kommunu. Møguleikarnir eru nógvir.

Send umsókn HER
Kunna teg nærri
Á Facebook fært tú meira at vita um JobKaffi. Vitja HER.