Býaratlas

Tórshavnar býaratlas er úrslitið av fyrstu samlaðu skrásetingini av varðveitingarvirðum í einum býi í Føroyum. Umleið 20 býarumhvørvi og meira enn 1800 bygningar eru skrásettir og lýstir í tíðarskeiðinum 2006-2007.

Atlasið gevur innlit í menningina hjá býnum, vísir á ávísar bygningar og ymisk umhvørvi, sum verd eru at varðveita. Her verður eisini í stuttum greitt frá býarsøguni, um byggisið og um nakrar av teimum arkitektum, sum hava virkað í býnum.

Endamálið er at fáa okkum at geva býnum ans og at skilja tey virði, sum undanfarin ættarlið hava skapað og givið okkum. Tórshavnar kommuna vil í sínum ætlanum og í øðrum arbeiði leggja dent á at verja og menna kunnleikan um tey varðveitingarvirði, sum atlassið vísir á.

Tórshavnar býaratlas er til keyps í bókhandlum kring landið. Og høgrumegin kanst tú taka býaratlasið niður sum pdf-fílu.

Fyri at lesa ella printa út pdf-fílur, er neyðugt við forritinum Acrobat Reader.


Býaratlas í pdf

Býaratlasið
Kápumynd.pdf  

Síða 1-10
s1-10.pdf 

Síða 11-27
s11-27.pdf 

Síða 28-35
s28-35.pdf 

Síða 36-41
s36-41.pdf