Sølutorgið í Vágsbotni

Á sølutorginum í Vágsbotni kunnu fólk keypa og selja nýveidda vøru og grønmeti undir skipaðum viðurskiftum.

Eingin bíleggingarskipan er til sølutorgið. Tað snýr seg um at koma fyrst, ynskir tú at selja.

Á sølutorginum er loyvt at selja:

• Nýveiddan fisk
• Nýveidda grind
• Nýveiddan fugl og egg
• Óskorið grønmeti og epli
• Fiskavøru frá góðkendum og løggildum virkjum

Eru ivamál, ber til at seta seg í samband við umsjónarfólkið, tel. 21 00 07.

Treytir

Matvøra skal ikki liggja beinleiðis á plintunum, men skal vera í íløtum, sum eru egnað til matvørur.

Seljarin skal handfara matvørurnar rætt og tryggja at matvørurnar, t.e. tær á staðnum loyvdu matvørur burtursæð frá grønmeti, skulu halda temperatur (minni enn 5 °C).

Seljarar mugu ikki hava sjúku, sum vegna smittu kunnu elva til, at vøran gerst óegnað til fólkamat (grein 18 í matvørulógini, løgtingslóg nr. 46/1985). Forboð er at selja matvørur, sum av eini ella aðrari orsøk ikki eru egnaðar til fólkamat (grein 11, 12 og 13 í matvørulógini, løgtingslóg nr. 46/1985).

Loyvt er bert at selja matvørur, sum standa í yvirlitinum “loyvi er at selja”. Grønmeti og eplir skulu ikki seljast á sama plinti sum fiskur, fuglur, grind, spik og egg verða seld.

Seljarin skal reinsa og spula plintin eftir sølu. Burturkast skal beinast burtur av økinum minst einaferð dagliga og beinast burtur á ein fullgóðan hátt, samsvarandi kommunalu skipanini.

Bingja til vanligt burturkast stendur við bátafelagið. Tórshavnar Havn tømir bingjuna eftir tørvi. Bingja til lívrunnið burturkast stendur á Vestaru bryggju, innan fyri egningarskúrarnar. Tórshavnar Havn tømir bingjuna einaferð um vikuna.
Upplatingartíðir á sølutorginum
15. apríl – 30. september
Mánadag til leygardag kl. 8-19
Sunnudag stongt

1.oktober til 14. apríl
Mánadag til leygardag kl. 8-16
Sunnudag stongt
WC viðurskifti
Vesið er til seljarar í Mylnugøtu.

Upplatingartíðirnar eru hesar:
 
Summartíð 15. apríl–30. sept:
mán – ley kl. 8–20 
sun kl. 12–20

Vetrartíð 1. okt – 14. apríl: 
mán – ley kl. 8–17
sun kl. 12–17