Á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976 stovnaði Tórshavnar kommuna „Minnisgrunn Sonnu av Skarði“.
Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.
MEIRA FÆST AT VITA
Tygum fáa meiri at vita um minnisgrunnin frá Jákupi Simonsen, mentamálaleiðara, telefon 302010.
UMSÓKN
Umsókn við upplýsingum um útbúgving og framtíðarætlanir í tóvirkisútbúgving skal sendast Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 1. juli 2013. Merkið umsóknina „Minnisgrunnur Sonnu av Skarði“.
|