Seinasta skúlaár vóru 2367 næmingar á Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla. Skúlin væntar sama næmingatal í ár.
Nú byrjar eitt nýtt skúlaár við nógvum spennandi avbjóðingum – 154 lærugreinir, harav 30 nýggjar lærugreinir. Haraftrat verða skeið, samstarv við ALS og mangt annað.
Í fjør vóru 27% av næmingunum undir 20 ár. Tað eru fleiri kvinnur enn menn.
Tilmeldingin fer fram umvegis heimasíðuna hjá skúlanum. Mannagongdir standa á síðu 6 í faldaranum, sum kemur í hvørt hús.
Sí faldaran her:
Kvøldskúlin 2012-13.pdf (1,07 MB)
|