Námsfrøðingur til Smílibýlið
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Frítíðarskúlan Smílibýlið eftir námsfrøðingi at arbeiða umleið 20 tímar um vikuna at byrja sum skjótast.

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Smílibýlið er frítíðarskúli fyri børn í 1.- og 2. flokki. Á stovninum er fjølbroytt virksemi umframt, at vit javnan eru túrar og svimja hvørja viku. Vit søkja eftir námsfrøðingi, ið er nærverandi, vil arbeiða fyri at børnini fáa ein góðan og ríkan dag og sum hevur hugskot til og áhuga í at hava ávirkan á virksemið í frítíðarskúlanum. Harumframt vænta vit, at tú tekur ábyrgd, hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi leygardagin 2. september 2017. Viðmerkið „Námsfrøðingur til Smílibýlið“.

MEIRA FÆRT AT VITA
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Allan Mortensen, stovnsleiðara, telefon 210045.




Øll størv
trýst her