Roknskaparleiðari til Tórshavnar havn
Tórshavnar havn søkir eftir roknskaparleiðara, at standa fyri dagliga bókhaldinum, sum m.a. umfatar fíggjarbókhald, skuldara- og ognarabókhald, kontering, bóking, avstemman av bókhaldi, avgreiðslu av lønum og mánaðarligar roknskapir.

Av tí at arbeiðsplássið er lutfalsliga lítið, kann roknast við øðrum smærri uppgávum.

Bókhaldsskipanin Navision verður brúkt.

Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum, og hevur ein kundavinarligan framburð.

Rokna verður við, at tú hevur útbúgving og royndir, sum gera teg skikkaðan at røkja starvið.

Starvið er lønt í 6. flokki sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og KAF.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónsvein Lamhauge, havnarmeistara, tlf. 311762.

Umsóknir til starvið, skulu verða Tórshavnar havn, Postboks 103, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 23. september 2010, kl. 10.00.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Tórshavnar havn umsitur øll havnaløgini og bátahylarnar í kommununi. 2.300 skip leggja til bryggju árliga, harav 50 ferðafólkaskip. Tað er vakt á havnarskrivstovuni á Eystaru bryggju alt samdøgrið, har tað tilsamans arbeiða 14 fólk.