Broyttar busstíðír



Frá 1. august 2009, verður koyrt eftir hesi ferðaætlan:
Bussleið fakta

Eftirlit
Tórshavnar kommuna, tekniska deild, hevur eftirlit við Bussleiðini.


Hundar
Einans førarahundar og hundar, sum eru í kurv ella í tasku, verða tiknir við.

Súkklur
Súkklur verða ikki tiknar við í bussin.

Barnavognar
Barnavognar verða tiknir við, tá ið pláss er fyri teimum. Í mesta lagi tveir vognar í hvønn bussin.

Koyristólar
Bussarnir á leið 4 og 5 hava rampu at leggja út, so koyristólar kunnu takast við.
Bussarnir á leið 1, 2 og 3 eru lággólvsbussar. Koyristólar kunnu takast við, men brúkarin má hava hjálp at koma í bussin.

Annað
Tað er ikki loyvt at roykja, eta ella drekka í bussinum.

Heldur ikki er loyvt at koma inn í bussin í skoytum ella rulluskoytum.

Fyrispurningar
Hevur tú fyrispurningar ella viðmerkingar viðvíkjandi Bussleiðini kanst tú venda tær til:
Tórshavnar Kommuna
Postsmoga 32
100 Tórshavn
Tlf. 30 20 10
T-postur: torshavn@torshavn.fo


Samband
Eru spurningar viðvíkjandi bussleiðini ber til at seta seg í samband við Snarskivuni á tlf. 302010
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir