Privat burturkast

Húsarhaldsrusk verður heintað eina ferð um vikuna, pappír og papp sættu hvørja viku, og vandamikið burturkast verður heintað tvær ferðir um árið. Privat burturkast fevnir um rakstur av einum vanligum húsarhaldi. Til dømis matleivdir, bløð, pappeskjur, blæur, avroð, urtagarðsburturkast, battarí og máling.

Vanliga húsarhaldsruskið skal beinast burtur fyri seg, pappír og papp fyri seg, vandamikið burturkast fyri seg o.s.fr.

Burturkast frá smærri umvælingum í egnum bústaði verður roknað sum privat, um talan er um smærri nøgdir (undir 2 m3), og tað verður avhendað í einum vanligum bili við lítlum anhangara (totalvekt av bili í mesta lagi 3500 kg, totalvekt av anhangara í mesta lagi 750 kg, og samlað totalvekt fyri bil + anhangara í mesta lagi 3500 kg). Burturkast frá nýbygging og størri umbyggingum/umvælingum av privatum og vinnuligum bygningum, verður roknað sum vinnuligt burturkast og er gjaldsskyldugt. Neyvari reglur um gjald fyri burturkast síggjast HER.

Húski í Tórshavnar kommunu hava skyldu til at skilja burturkastið í samsvari við endurnýtsluskipanirnar hjá kommununi. Málið er, at alt, sum kann endurnýtast, skal skiljast frá tí vanliga húsarhaldsruskinum. Vanliga húsarhaldsruskið skal beinast burtur fyri seg, pappír og papp fyri seg, vandamikið burturkast fyri seg o.s.fr.


Annað privat burturkast, sum ikki fatar um innheintingarskipanina, skulu húskini sjálv lata inn á móttøkustøð, sum kommunan ávísir. Móttøkuplássini, har tú kanst lata inn privat burturkast, eru Endurnýtslan á Hjalla, Endurnýtslan í Kollafirði og Endurnýtslan í Nólsoy.
Spurningar
Hevur tú spurningar viðvíkjandi innsavning av gráa posanum ella grønu spannini, kanst tú venda tær til:

IR Lastbilar
Tel. 77 11 50