Vanligt burturkast

Rusk úr húsarhaldinum, ið ikki er vandamikið og ikki kann endurnýtast, t.d. matleivdir úr køkinum.

Tvær ferðir um árið fáa øll húsarhald eina rullu av gráum posum til vanligt burturkast frá kommununi. Eru 5 fólk ella fleiri í húsinum, fær húsarhaldið tvær rullur. Er tørvur á fleiri posum, ber til at keypa serligar kommunalar ruskposar í handlunum.

Grái posin verður heintaður hvørja viku og fluttur á brennistøðina á Hjalla. Er posin í tínum húsarhaldi av misgáum ikki heintaður, kanst tú ringja til ruskinnsavningina, tel 77 11 50.

Posin skal standa í stativi, og rundan um stativið skal vera ljóst og reint. Leiðin hjá ruskinnsavnaranum til stativið skal vera trygg og í mesta lagi 20 metrar.

Alt burturkast skal vera í plastposa, áðrenn tað verður koyrt í tann gráa posan. Blæur, bind o.t. skulu vera í afturlatnum plastposa. Hvassir lutir skulu ballast væl inn, so at ruskinnsavnararnir ikki fáa skaða. Tá ið 20 sentimetrar eru upp til posakjaftin ella posin vigar 20 kilo, má ikki koyrast meira í hann.

Pappír, papp, avroð, urtagarðsburturkast, vandamikið burturkast, upptøka eftir slakt, burturkast frá bygging o.t. skal ikki í gráa posan.

Spurningar
Hevur tú spurningar viðvíkjandi innsavning av gráa posanum ella grønu spannini, kanst tú venda tær til:

IR Lastbilar
Tel. 77 11 50