Vandamikið burturkast

Til dømis battarí, lágorkuperur, blýleivdir, eiturevni, máling, olja, sýrur og lútir.

Koma hesir lutir og evni í bland við vanliga burturkastið, kann hetta elva til stóran skaða á fólk og náttúru. Tí er tað strangliga bannað at koyra slíkt burturkast í gráa posan.

Saman við rullum við húsarhaldsposum, fáa húski kláran posa til vandamikið burturkast. Tá ið posin skal heintast, skal hann setast við síðuna av vanliga ruskposanum, so verður hann heintaður samstundis sum vanligi posin. 

Tú kanst eisini sjálv/ur fara til Endurnýtsluna við vandamiklum burturkasti. Hetta er ókeypis.

Fyri at tryggja tey, sum taka ímóti burturkastinum, er neyðugt at merkja burturkastið, áðrenn tað verður sent til burturbeiningar. Skriva á íløtini, hvat er í teimum, t.d. “terpentin” á dunkin við terpentini og “lakk” á ílatið við lakki.

Eisini skalt tú ansa eftir, at íløtini eru væl afturlatin, so einki lekur úr teimum.

Spurningar
Hevur tú spurningar viðvíkjandi innsavning av gráa posanum ella grønu spannini, kanst tú venda tær til:

Jón Thomasen

Tel. 23 44 16