|
Svimjihylar
Fimm svimjihyljar eru í kommununi.
Tann størsti er Svimjihøllin í Gundadali.
Hinir fýra eru í Argja skúla, Eysturskúlanum, Kollafjarðar skúla og úti í Hesti.
Svimjihøllin í Gundadali verður í høvuðsheitum brúkt til almenna svimjing, men eisini skúlar, stovnar og feløg brúka hana.
Hinir svimjihyljarnir eru fyrst og fremst til skúlabrúks, men tann í Kollafirði er eisini opin fyri almenninginum.
Privatfólk og feløg, ið hava fyrispurningar um upplatingartíðir og leigu av skúlasvimjihyljunum, kunnu venda sær til skúlarnar.
|