|
|
|
|
 |
 |
 |
 |
 |
|
|
|
 | | 9. januar 2010 kl 19:30 | | Fagnaðarkvøða | 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu endar við eini Fagnaðarakvøðu, sum Sunleif Rasmussen tónsetur og Føroya Symfoniorkestur framførir við solisti á nýggjárskonserftini 2010.
- Uttan at avdúka alt ov nógv kunnu vit siga, at Fagnaðarkvøðan verður sjálvspeiandi, við óvæntaðum solisti og eins óvæntaðari samanseting av tónleikasløgum, sigur Sunleif Rasmussen í stuttari viðmerking.
100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu byrjaði av álvara við verkinum Mastra-Skari í regni eftir Kára Atlason Petersen, sum Føroya Symfoniorkestur framførdi á nýggjárskonsertini í Norðurlandahúsinum 10. januar 2009.
Fyri 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu gjørdi Sunleif Rasmussen ólavsøkukantatuna 2009, sum varð frumframførd við solistum, kóri, kvøðarum, kingosangarum og ljóðeffektum á Vaglinum ólavsøkudag 29. juli 2009.
Eins og undanfarin ár verður nýggjárskonsertin í Norðurlandahúsinum send beinleiðis í Kringvarpi Føroya 9. januar 2010 kl 19:30. Bernharður Wilkinson fer at stjórna Symfoniorkestrinum.
| | | | |
Fleiri tiltøk
| | |
|
 |
|
|
|
|
|
|
|
|
Melda tiltak til 100 ára haldið
|
|
|
|
|
|
|
Hevur tú eitt liðugt tiltak, har fólkaræði – ítøkiliga ella sum súmbol – er í miðdeplinum, so vilja vit hjálpa tær at marknaðarføra tiltakið undir okkara búmerki.
Melda til her
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess. Les meira
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|