Føroya Symfoniorkestur, kór úr framhaldsdeildini í Tórshavnar Kommunuskúla og íslendski rokkbólkurin Dúndurfréttir framføra The Wall í Norðurlandahúsinum 20. og 21. februar 2009. Bernharður Wilkinson stjórnar.
Framførslan, sum verður leygardagin 21. februar 2009 klokkan 16:00, er fyri starvsfólk við maka í Tórshavnar kommunu. Atgongumerki verða seld starvsfólki við Snarskivuna til 16. februar 2009 kl. 12:00. Almennu sýningarnar verða fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 20.
The Wall varar 2 x 40 minuttir við einum steðgi á umleið 30 minuttir.
Tónleikaverkið hjá Pink Floyd er um at byggja múrar, innari og ytri, persónligar og politiskar.
Hesi farnu 30 árini hevur verkið fingið eina fólksliga útbreiðslu og íbygdan súmbolikk sum einki annað verk av hesum slagi. Við greiðum útsøgnum setir tónleikaverkið spurnartekin við fólkaræðisligu samfelagsskipanina, so sum vit kenna hana.
Fagnaðarkonsertin er samstundis ein framúr møguleiki at hoyra skúlanæmingar, fólksligu rokkhevdina og klassisku ljóðførini hjá Føroya Symfoniorkestri í besta samljóði.
Í innihaldi stuðlar tónleikaverkið sostatt væl uppundir, at Tórshavnar kommuna í 2009 hátíðarheldur virkandi fólkaræði í 100 ár. Samstundis eru 30 ár liðin, síðani Pink Floyd fyrstu ferð vóru at hoyra við The Wall. Í 1982 varð filmur gjørdur úr sama tónleiki.
Almenna atgongumerkjasølan til fagnaðarkonsertina The Wall byrjaði 2. desember 2008. Til ber at keypa atgongumerki til almennu sýningarnar á netinum: www.nlh.fo