Fríggjakvøldið 27. februar 2009 kl 19:00 er gallasýning í Havnar Bio. Sýningin byggir á mest læntu bókina á Býarbókasavninum Menn, ið hata kvinnur, sum er krimisøga eftir Stieg Larsson. Nú er víðagitna søgan gjørd til film, ið verður frumsýndur við fyrilesturi hjá Jógvani Isaksen í Havn.
Útselt er til gallasýningina.
Henrik Vanger, fráfarin stjóri í Vangersamtakinum, vil skriva ættarsøgu. Hann setur seg í samband við Mikael Blomkvist, ið er journalistur á vinnulívsblaðnum Millennium. Mikael, ið nýliga hevur fingið dóm fyri ærumeiðing, fær teldusníkin Lisbeth Salander at hjálpa sær. Lisbeth, ið er gjørd ómyndug, hevur tatoveringar og piercingar um allan kroppin. Saman finna tey døkkar og væl fjaldar loynidómar í ættarsøguni hjá Vanger og teimum.
Filmurin byggir á fyrstu bókina í sonevndu Millennium-røðini hjá Stieg Larsson um Lisbeth Salander og Mikael Blomkvist.
Bókin er hin mest selda í Norðanlondum og samstundis hin mest lænta á Býarbókasavninum.
Í 2009 hevur Býarbókasavnið í Havn 40 ár á baki. Neyvan hava nakrar bøkur verið so væl dámdar sum tær hjá Stieg Larsson. Hóast hópin av eintøkum, er bíðitíðin ofta upp í fleiri vikur.
Tórshavnar kommuna vil við hesi sýning varpa ljós á bæði tænastur hjá Býarbókasavninum og tað mentanarvirksemi, ið fer fram í biografmyrkrinum í Havnar Bio.
Filmurin Menn, ið hata kvinnur er svenskur við donskum undirteksti. Enska heitið á filminum er The Girl with the Dragon Tattoo.
Leikstjóri er Niels Arden Oplev, sum gjørdi donsku krimisjónvarpsrøðina Ørnin, har íslendski detektivurin Hallgrím Hallgrimsson hevði høvuðsleiklutin.
Bert henda fyrsta søgan í Millennium-røðini Menn, ið hata kvinnur verður sýnd í biografi. Hinar báðar søgurnar, Gentan, ið spældi við eld og Kastellið, sum fór í luftina, verða sýndar í svenskum sjónvarpi og síðani seldar á DVD.
Krimisøgurnar hjá Stieg Larsson, Menn, ið hata kvinnur og Kastellið, sum fór í luftina, hava fingið norðurlendsku virðislønina Glaslyklin í 2006 og 2008.
Virðislønin, ið verður latin eini nýggjari norðurlendskari krimiskaldsøgu, sum er tøk á skandinaviskum máli, er nevnd eftir krimisøguni The Glass Key, sum Dashiell Hammett skrivaði í 1931.
Gallasýningin í Havnar Bio byrjar við, at Jógvan Isaksen mag. art. heldur fyrilestur um Stieg Larsson og filmin Menn, ið hata kvinnur .
Jógvan Isaksen, sum er úr Havn, telist millum fremstu granskarar av norðurlendskum og altjóða krimiskaldskapi. Jógvan er eisini virkin rithøvundur og hevur júst givið út fimtu krimisøguna um Hannis Martinsson, sum er detektivur í Havn.
Tiltakið í Havnar Bio byrjar kl. 19:00 og varir 3 tímar. Atgongumerkjasølan byrjar í Havnar Bio mánadagin 2. februar 2009. Til ber frá og við hesum degi at keypa atgongumerki um heimasíðuna www.bio.fo ella við diskin í Havnar Bio.
Prísurin fyri gallasýningina 27. februar 2009 kl. 19:00-22:00 er kr 100, ið fevnir um fyrilestur, sjampanju og filmsýning.