100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu hevur sett sær fyri at opna listaheimin fyri børnum. Tað verður gjørt á tann hátt, at næmingar í 3. flokkunum í Tórshavnar kommunu fáa ein fyrrapart í Listasavni Føroya, har Oggi Lamhauge vísir runt og síðani undirvísir í tekning.
Tilboðið er galdandi 1.-18. september 2009. Neyðugt er at tekna seg í góðari tíð, tað er í seinasti lagi tríggjar skúladagar undan, hjá Listasavni Føroya á telefon 313579.
Frá klokkan 9 til 11 hvønn skúladag í hesum tíðarskeiði er høvið hjá 3. flokkum í kommununi at vera við í tiltakinum LIST Í TRIÐJA.
Fyrra tíman ganga vit runt í Listasavninum, har Oggi Lamhauge sýnir fram og greiðir frá teim listaverkum, har eru. So er fríkorter, har høvið er at fara útum í Plantasjuna og kanna, hvaðani gólvið í Listaskálanum er. Seinna tíman savnast vit í forhøllini at tekna eina mynd við støði í tí, vit hava sæð á savninum. Komandi skúlaár ganga 336 børn í 3. flokki í Tórshavnar kommunu. 15 flokkar verða, umframt næmingarnar í teim smáu skúlunum í kommununi.