Sunnudagin 3. mai kl 16:00 verður várkonsert við Havnarkórinum í Müllers Pakkhúsi, har áhoyrarar eisini sleppa at syngja við. Kórleiðari er Ólavur Hátún, sum stovnaði kórið við ársbyrjan í 1966.
Fyrstu árini var kórið knýtt at Útvarpi Føroya og fekk tí navnið Útvarpskórið. Síðani 1969 hava vit kent kórið sum Havnarkórið.
Havnarkórið telur 45 sangarar og fer henda sunnudag í mai at fagna kommununi við vár- og summarsangum.
- Skráin fevnir um føroyskar og norðurlendskar sangir, og so fara vit út í Evropa og syngja týskt, franskt og italskt, sigur Ólavur Hátún, kórleiðari.
- Nýtt er at vit gera eitt hefti við vár- og summarsangum, sum vit og áhoyrarar í felag fara at syngja úr í steðginum. Sangirnir eru Nú strýkur vár, Juni, Dýrd á vík og vág, Dimmið, Einki er sum summarkvøld og Nú hitar sólin bjarta.
- Vit vilja lofta sanggleðini, ið er í býnum, sum nú fyllir hundrað. Tí vilja vit heita á øll at møta, lýða á og eisini syngja við okkum í steðginum.
Várkonsertin við Havnarkórinum er almenn og ókeypis. Eisini fæst ein ókeypis drekkamuður í Müllers Pakkhúsi henda fyrsta sunnudag í mai.