Ólavsøkukantatan 200929. juli 2009 kl 12:00
Fyri Tórshavnar kommunu ger tónaskaldið Sunleif Rasmussen nýggja 100 ára kantatu, har kórið, ið framførir undir tinghúsinum ólavsøkudag telur 100 røddir. Tilsamans 160 fólk luttaka í nýggju kantatuni.

Tónaskaldið sigur at nú Havnin fyllir 100, hevði verið hóskandi við eini kantatu, sum gongur heilt nýggjar leiðir, men samstundis tekur støði í hevd og umhvørvi kring Vaglið.

Ólavsøkudag verður allur Tinghúsvøllurin ein stór tónleikaframførsla, sigur Sunleif, ið lýsir nýskrivaðu kantatuna soleiðis:

- Ætlanin er at samnantvinna fortíð og nútíð í eina tónleikaframførslu, ella sjov, ið fevnir um kórsang, kingosang, kvøðing, messingblásarar, solosang, elgittar, percussion og elektrontónleik. Kór, solosangarar, elgittar, percussion og dirigentur standa á vøllinum. Kvæðabólkur dansar í Gamla Kommunuskúlagarði og kingobólkurin úr Tjørnuvík syngur millum Apotekið og Bókahandilin. Tveir trombonleikarar standa á takinum á gamla Apotekinum, tvær trompetir blása úr báðum vindeygunum á Tinghúsloftinum og tvey horn úr vindeygunum á Býráðsloftinum. Samstundis streymar elektroniskur tónleikur úr seks sourroundhátalarum runt alt økið á Vaglinum.

Jónas Bloch Danielsen verður ljóðmaður.

Tekstin til nýggju kantatuna skriva Sólrun Michelsen, Oddfríður M. Rasmussen og Carl Jóhan Jensen. Teksturin er prentaður niðanfyri. Sangsolistar eru Hanus G. Johansen og Joanna Johansen.

Aðalroynd verður á Vaglinum mánakvøldið 27. juli 2009 kl 17:00-19:00. Í hesum sambandi verður eingin bilferðsla á Vaglinum.

Ólavsøkukantatan 2009 varir 20 minuttir. Eftir at hon hevur verið framførd undir tinghúsinum ólavsøkudag kl 12:00, heldur vanligi kórsangurin fram við sama kóri, sum í ár telur fleiri enn 100 røddir. Tilsamans 160 fólk luttaka í ólavsøkukantatuni 2009. 

Tekstur til ólavsøkukantatuna 2009

Til kantatuna hevur Carl Jóhan Jensen skrivað eitt spildurnýtt kvæði, ið lýsir støðuna frá, at Føroyar lógu kargar og óspiltar til nútíðarsamfelagið, vit liva í í dag. Sólrún Michelsen hevur skrivað ein nýggjan sálm, sum byggir á tann sálmaskaldsliga siðin, sum Thomas Kingo skrivaði. Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað tríggjar nýggjar sangtekstir. Tann fyrsti, Ásjónd, er yrktur til eina mansrødd, næsti, Skýggini bera ynski, er skrivaður til kvinnurødd og hin triði teksturin, Reystur var andin, er skrivaður til kvinnu- og mansrødd.


Kantatusálmur


sólin rísur roðin litar
fjallalíð og hjartað hitar
sum í kulda ringdi seg
víkið burtur syndadreymar
flótið inn tit gleðisstreymar
harrin sendir á mín veg

fylgjast báðar sorgin gleðin
eingin kennir tíman vegin
hvør og ein má knossa sítt
fekk eg bjálka tungan sendan
harrin bar tó tyngra endan
varnaðist tað hjarta mítt

einki kann eg lata aftur
takki bara hjartans lættur
fyri ljós har myrkrið lá
um tú tørv og trongd mær linnar
signar tann mítt hjarta ynnar
hvat kann meir eg tráa tá

tíðin máar ungdómsstyrki
valdið stórt og vísdómsyrki
sama veg sum blóman fer
men tí fyri synd tín deyði
skuldargoymslu oydna legði
ævinleikin fyri er

Sólrún Michelsen



Føroya Kvæði


Öldirnar liðu um oyðin lond
-alvaldið sat í ráðagerðum-
løgdu grundir í klakabond
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Jörðin skapast dag frá degi
-alvaldið sat í ráðagerðum-
hvør minsta ögn í hvørjum vegi
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Kyknaðu oyggjar undan jøklum
-alvaldið sat í ráðagerðum-
lívið kreyp í sálleysum krøklum
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Við hondum so smátt og við eldi
-alvaldið sat í ráðagerðum-
kom samvit loksins til skil og veldir
-hvat ið so stendst av mannaávum-

stríddist tjóð undir stjörnufjöld
-alvaldið sat í ráðagerðum-
við haka, við snøri hálvtólvta öld
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Veður sær ráddu og maktin við
-alvaldið sat í ráðagerðum-
við fátækt og trúgv bant fólkið frið
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Onnur kom tíð við skipum og troli
-alvaldið sat í ráðagerðum-
vælferð, sum samdist illa við tolið
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Um høg eru keyp, sama er veldið
-alvaldið sat í ráðagerðum-
maktin røkkur frá toski til teldu
-hvat ið so stendst av mannaávum-

 

So land, tú alskjarra, randhvíta flagd
-alvaldið sat í ráðagerðum-
hvar er tín framtíð, hvar er tín frægd?
-hvat ið so stendst av mannaávum-

Carl Jóhan Jensen



Ásjónd


Tú rak á ramari aldu
sogin úr søltum streymi
ið trúliga tevið aldi
sansir í blámudeymi.

Tú øsp á ævigu aldu
landið hevur tær vunnið
æru úr kenslunnar tárum
lagnu úr søgum spunnið.

Tú ert vón úr vætu sprottin
ein kykna í eygað negld
fødd av havsins drátti
í húðina niður feld.

Tú ert grønka úr orðsins grund
gitin úr vitsins døkka
ein glotti í hvørjari stund
- saman vit okkum førka.

Oddfríður Marni Rasmussen



Skýggini bera ynski


Skýggini bera ynski
duld millum blómutár
upp úr djúpum lysti
rás rist í gleðissár.

Beinagrind litar mánan
gráa mannaeyga
og nátt fer at lána
lív títt inn í deyðan.

Minni renna út á sjógv
ald úr hjartastyrki
leita upp legurógv
har skýggj bera ynski.

Oddfríður Marni Rasmussen



Reystur var andin


Reystur var andin
sum logan birti.
Kveiktur varð sangur
sum mælið styrkti.

Reystur var andin
sum bergið herdi.
Hvassur var pennur
sum málið telgdi.

Reystur var andin
sum streymin beindi.
Læstur varð ringur
sum brýndi landið.

Reystur er andin
sum byggir tjóð.
Hugur sum førkar
og skapar samljóð.

Oddfríður Marni Rasmussen

Fagnaðarkvøða - 9. januar 2010 kl 19:30
Simme og tey fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Tey av Kamarinum fáa heiðursskjal - 10. desember 2009
Havnar søga fram til 1909 - 10. desember 2009 kl 17:00
Adventshugni í Kollafirði - 6. desember 2009 kl 16:00
Jóla- og familjukonsert - 6. desember 2009 kl 14:00+17:00
Sporini vaksa úr orðum - 3. desember 2009 kl 20:00
Ingálvur í nýggjum perspektivi - 27. november 2009 kl 17:00
Kastellið, sum fór í luftina - 27. november 2009
Skapanin í Ebenezer og Norðurlandahúsinum - 21. november 2009 kl 19:00
Havnar Fimleikafelag 100 - 13. november 2009
Traðkaðu fólkinum slóð - 12. november 2009 kl 16:00
Nólsoyar søga løgd fram - 12. november 2009 kl 15:00
Einleikarafelag Føroya - 7. november 2009 kl 16:00
Frelsunarherurin 85 ár - 25. oktober 2009 kl 16:00
Eitt undur á Tjóðpallinum - 24. oktober 2009 kl 19:00
Oh-hoy! Børn seta mentan á dagsskrá - 17. oktober 2009
Býráðslimir í Tórshavn síðan 1909 - 9. oktober 2009 kl 16:00
Móttøka fyri Havnar Bóltfelag - 3. oktober 2009 kl 18:30
Renning í Havn - 2. oktober 2009 kl 14:00
Heystkonsert - 27. september 2009 kl 16:00
Gentan, ið spældi við eld - 18. september 2009
Smábátar á Vestaruvág - 17. september 2009 kl 14:00
Morgan 100 í Havn - 14. september 2009 kl 12:00
Ættarbandið - 12. september 2009 kl 16:00
4.48 Psykosis - 12. september 2009
Tannlæknastovan 50 ár sum kommunalur stovnur - 11. september 2009 15:00-17:00
Havnin á YouTube - 10. september 2009 kl 14:00
LIST Í 3. - 1.-18. september 2009
Tórshavnar Marathon 2009 - 6. september 2009
Eg vil hava trøllini fram aftur! - 27. august 2009
20 ára samstarv við Nashville - 29. august 2009
Tónleikavinnudagur í Sjónleikarhúsinum - 27. august 2009
Matarlist í miðbýnum - 22. august 2009
Tórshavnar Matfestivalur - 22. august 2009 kl 14:00
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Klæði, ið skapa føroyingin - 21. august 2009
Móti og mentan í Müllers pakkhúsi - 21.august 2009 kl 16:00
Nólsoyarmálarin - 15.-16. august 2009
Gluggaglæma - 13.-16. august 2009
Í bát at síggja land... - 16. august 2009 kl 08:00-19:00
Postkort úr Havn - 28. juli 2009 kl 20:00
Oggi í Snarskivuni - 16. juli-24. august 2009
Lívsins Landslag - 19. juli-16. august 2009
Bananlemonada - 23. juli-5. august 2009
Ingálvur í Degnshúsi - 28. juli 2009 kl 14:00
Ókendu Føroyar - 27. juli 2009 kl 15:00
Westward Ho til Nólsoyar - 9. august 2009 kl 14:00 + 16:00
Havnin – heimið – heimurin í 100 ár - 28. juli 2009 kl 17:00
Listavirðisløn í mentanargøtuni - 29. juli 2009 kl 14:00
Jógvan Arge setur ólavsøkuna - 28. juli 2009 kl 14:00
Futt í býin - 27. juli 2009 kl 20:00
Ólavsøkurenning 2009 - 27. juli 2009 18:00-19:30
Kasta breyð títt út á vatnið... - 26. juli 2009 kl 22:00
Havnarløg - 26. juli 2009 kl 16:00
Pietá - 25. juli-1. august 2009
Koloni Box - 3.-21. juli 2009
við Múrin - 16.-18. juli 2009
Íslendska Kristjana syngur jazz á Reinsarínum - 15. juli 2009 kl 20:00
Sangskeið og konsert við Kristjanu Stefánsdóttir - 11.-12. juli 2009
Meldurtíð við Una Arge - 10. juli 2009 kl 16:00
Asfalt í býnum! - 3.- 4. juli 2009
Tíðarbil - 5. juni 2009 kl. 22:00
Ingun Hansen í Snarskivuni - 4. juni 2009 kl 16:00
Ein gongutúrur í Havn - 27. juni 2009 kl 12:30
Býarløg - 5. juni 2009 kl 19:00
Summarsólstøður - 20. juni 2009 kl 21:00
100 ár við prædikum - 20. juni 2009 kl 20:30-21:00
Dollin í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 19:00-20:00
Ókeypis landsdystur - 20. juni 2009 kl 18:00
Atlantic Rhapsody. Ein dagur í Havn fyri 20 árum síðani - 20. juni 2009 kl 15:30 og 17:15
Tórgarð í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 15:15-16:15
Ragnar í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
FAROE5 í Tórsfagnaði - 20. juni 2009 kl 13:00-14:00
Hundrað metrar av kaku - 10:30-15:00
Kyrra - 19. juni 2009
Tilhaldið á Tórsbreyt - 16-17. juni 2009
Havnarsøgur á dvd - 16. juni 2009
Grafiskur verkstaður í 10 ár - 13. juni 2009 kl 16:00
Karius og Baktus í Grasagarði - 5. juni 2009 kl 14:00-17:00
Gamla Reinsarí í nýggjum hami - 5. juni 2009 kl. 10:00-17:00+20:30-24:00
Túnabóltur á Vaglinum - 5. juni 2009 kl 10:00 + 18:00
Súkklurnar fram - 5. juni 2009 kl 13:00
Jens Marius Poulsen setur mentanarnáttina - 5. juni 2009 kl 18:00
Riddarakrossur frá 200 - 5. juni 2009 kl 18:30
Millum menn og kvinnur í Havn - 5. juni 2009 kl 16:00-22:00
Livandi list - 5. juni 2009 kl 20:00
100 ár – 1000 sár - 5. juni 2009 kl 24:00
Undirbeat á mentanarnáttini - 6. juni kl 01:00-04:00
Funky Orka! - 4. mai 2009 kl 14:00
Heimstónar - 29. mai 2009 kl. 19:00
Djóradagar í Havnardali - 23.-24. mai 2009
Bjór til Havnar - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
The Sky is Opening - 12. mai 2009 kl 15:00-16:00
Hanne-Vibeke Holst - 11. mai 2009 kl 19:30
ORKA og Eivør - 9. mai 2009 kl 21:00
Várkonsert við Havnarkórinum - 3. mai 2009 kl 16:00
Flaggdagsrenning - 25. apríl 2009 kl 16:00
Vársól - Filmsstevna í Havn - 20.-26. apríl 2009
Magnus Musikus vitjar symfoniorkestrið - 23. april 2009 kl 10:00-11:00
Sløkkið ljósið og síggið stjørnurnar - 28. mars 2009 kl 20:00-21:30
Latið ei søguna doyggja... - 20. mars 2009 kl 13:00
Menn, ið hata kvinnur - 27. februar 2009 kl 19:00
Føroyar og Firenze - 27. februar 2009
The Wall til Havnar - 21. februar 2009 kl. 16:00
Unglingar telva NM í Havn - 12.-14. februar 2009
Geronimo 100 - 14. februar 2009 kl. 13:45
Vetrarjazzur - 30.-31. januar 2009
Ein havnarmaður skrivar dagbók - 29. januar 2009 kl 16:00
Mastra-skari í regni - 10. januar 2009 kl. 20:00
Jólakonsert við Føroya Symfoniorkesturi og 150 børnum - 7. desember 2008 kl. 16:00-18:00
Bókadagar á Reinsarínum í Tórsgøtu - 4. desember 2008 kl. 20:00-23:00
Búmerkið avdúkað - 27. november 2008
Hava vit tað ikki gott? - 27. november 2008
Fólkavald kommuna í 100 ár - 27. november 2008
Melda tiltak til 100 ára haldið
Hevur tú eitt liðugt tiltak, har fólkaræði – ítøkiliga ella sum súmbol – er í miðdeplinum, so vilja vit hjálpa tær at marknaðarføra tiltakið undir okkara búmerki.

Melda til her
Um búmerkið
Búmerkið er talið 100, ið er aldurin, sum fólkavalda Tórshavnar kommuna kann hátíðarhalda í 2009. Les meira
Søguligt baksýni
Við danskari ríkisdagslóg frá 1866 gjørdist Havnin fyrsta kommunan í Føroyum. Millum teir seks stýrislimirnar var fútin, ið hevði fastan sess. Les meira